Útleiga av Saron
Reglugerð fyri nýtslu av Meinigheitshúsinum Saron, í samband við útleigan til hátíðardagar og annað.
Meinigheitshúsið Saron er vígt í navni Faðirins, Sonarins og Heilaga andans. Grundað á hetta, og við virðing, hevur stýrið sett hesar meginreglur at galda í samband við, at húsið verður nýtt til annað enn møtir og tílíkt.
Reglugerð
-
Alt skal ganga fyri seg við sóma og virðing fyri at Meinigheitshúsið er vígt.
-
Tað er ikki loyvt, at nýta rúsandi løg í Meinigheitshúsinum.
-
Meinigheitshúsið verður ikki útleiga kvøld og dagar, tá føst tiltøk eru í húsinum.
-
Leiga verður ikki tikin fyri ervi.
-
Steintoy verður ikki útleiga ella útlánt.
-
Tann sum leigar húsið, tekur burturkastið við sær.
-
Køksamboð sum uppvaskmaskina, kaffimaskinur o.a. skal verða reinsað og avriggað.
-
Meinigheitshúsið skal latast afturt í sama standi, sum tað verður móttikið.
-
Bert borðini við brúnum og gráum kantum, og træstólarnir verða leigað út úr húsinum.
Treytir
-
Leiga fyri hátíðardagar við til og avrigging er kr 2.800,- Við í hesum prísi er til og avriggingardagar báðumegin hátíðardagin.
-
Leiga fyri ein dag til fundir ella føðingardagar v.m. kr 1.500,-
-
Leiga fyri eyka til ella avriggingardag er kr 500,-
-
Borð út úr húsinum: kr. 40,- pr. stk. Bert borð við brúnum og gráum kanti vera útleigað.
-
Stólar út úr húsinum: kr. 10,- pr. stk. Bert træstólarnir vera útleigaðir.
Konto
Leiga verður at flyta á kontonr 9181 - 4440554.
Spurningar
Eru ivamál viðvíkjandi nøkrum av punktunum omanfyri, skal leigarin spyrja seg fyri hjá ábyrgdarfólkinum í stýrinum, sum er at hitta á tlf 210482.
Dagført
01.06.2025